Fríggjadagin 6. oktober kl. 16-18 letur nýggja framsýningin "Identity" við verkum eftir Joel Cole upp á Listasavni Føroya.
Joel Cole varð føddur í 1968 í Minnesota í USA og hevur síðani 1986 ferðast til og virkað í Føroyum. Listamaðurin hevur búð fast í Føroyum síðani 2011. Joel Cole arbeiðir við lívrunnum tilfari og evnar oftast listaverk úr timbri og basalti.
Til “Identity” hevur listamaðurin arbeitt við at skapa eitt myndamál, har til ber at tosa um samleika, seta spurnartekn við hugtakið sjálvt og grunda um, hvat tað merkir at hava ein samleika. Hetta kemur til sjóndar í ymsu verkunum, sum kunnu upplivast á framsýningini.
Fernisering verður fríggjadagin 6. oktober kl. 16-18 á Listasavni Føroya. Anna Maria Dam Ziska, savnsumsjónarfólk, bjóðar vælkomin. Joel Cole setur framsýningina. &Bartal framførir nøkur løg.
Listasavn Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald