Sum vant verður flaggdagshald í Fámjin. Hesuferð er tað klokkan 14 týsdagin tann 25. apríl.
Kommunan boðar frá, at Tvøroyrar hornorkestur luttekur og Jógvan Fríðriksson flytur fram røðu, og at aftaná eru øll vælkomin til ein kaffimunn í Vesturhøll.
Harvið verður bispur at hoyra og hitta í "flaggbygdini" týsdagin. Jens Oliver Lisberg er ein teimum, ið skapti Merkið í sínari lestrartíð í Keypmannahavn. Hann vaks upp í Fámjin og tók fyrsta Merkið við á summri 1919. Hetta hongur nú í kirkjuni í Fámjin.
Tað var í bygdini á vestaru síðu av Suðuroynni, at Merkið fyrstu ferð veittraði. Flagg okkara var tó ikki alment viðurkent fyrrenn 25. apríl 1940, meðan 2. heimsbardagi leikaði á, og viðurskiftini vóru øðrvísi í Føroyum.
Fámjin (Mynd: Pól Sundsskarð)
Jógvan Fríðriksson, bispur, heldur flaggrøðuna í Fámjin (Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald