Mentan

Jógvan Kristiansson Glerfoss sýnir fram í Gamla Seglhúsinum

Fernisering verður sunnudagin kl. 16, og hongur framsýningin, sum umfatar 19 verk, uppi fram til 6. november

2022-10-15 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, suunnudagin tann 16. oktober, letur upp listaframsýning við Jógvan Kristiansson Glerfoss í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Á framsýningini eru 19 verk. Fernisering verður klokkan 16, og framsýningin hongur uppi fram til 6. november.

Umframt lættari ábit, tónleik verður eisini møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan í morgin.

Framsýningin kann síggjast gerandisdagar frá klokkan 14 til 17, og sunnudagar frá klokkan 15 til 19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder