Innanlands

Jógvan Skorheim: Sjónarmiðini eru tey somu

Jógvan Skorheim hevur ikki verið limur í Sjálvstýri í tveir mánaðir, men kortini tekur hann næstu vikuna sæti í tinginum fyri Kristin Michelsen

23. februar boðaði Jógvan Skorheim frá, at hann legði frá sær sum formaður og tók seg úr Sjálvstýri (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

23. februar boðaði Jógvan Skorheim frá, at hann legði frá sær sum formaður og tók seg úr Sjálvstýri (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-21 13:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

23. februar legði Jógvan Skorheim frá sær sum formaður í Sjálvstýri, samstundis sum hann boðaði frá, at hann meldaði seg úr flokkinum, men komandi vikuna skal hann kortini taka sæti í løgtinginum fyri Sjálvstýri.

Orsøkin er, at einasti tingmaðurin í flokkinum, Kristin Michelsen, fer í farloyvi í eina viku, og er fyrrverandi formaðurin næstvaldur á listanum.

Jógvan Skorheim situr annars í býráðnum í Klaksvík sum uttanflokkamaður í løtuni.

Jógvan Skorheim heldur tað ikki vera løgið, at hann nú tekur sæti á tingi fyri tann flokkin, sum hann fyri tveimum mánaðum síðani meldaði seg úr.

Á middegi segði hann í samrøðu við Útvarpið, at hann roknaði seg sjálvan sum uttanflokkatingmann, men at sjónarmiðini framvegis eru tey somu.

– Eg umboði tey sjónarmiðini, sum eg havi havt, eisini til valið, og eg umboði tey sjónarmiðini, sum eg havi havt sum persónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder