Mentan

Jógvan við nýggjari heildarútgávu

Útgávan ber heitið "Tøgn" og inniheldur níggju føroysk løg, sum Jógvan sjálvur hevur sett orð og lag til

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-06-23 10:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag gevur Jógvan út nýggja heildarútgávu.

Útgávan ber heitið "Tøgn" og inniheldur níggju føroysk løg, sum Jógvan sjálvur hevur sett orð og lag til.

Tað er Tróndur Bogason, sum hevur framleitt útgávuna, og onnur føroysk tónlistafólk, eitt nú Torleik Mortensen, Jónas Bloch Danielsen, KATA, Andras Spang Olsen, Andreas Restorff og Jan Rúna Poulsen, hava eisini ríkað um tónleikin, og skapt tað ljóðmynd, sum Jógvan hevur droymt um frá byrjan av, verður sagt í tíðindaskrivi.

Jógvan greiðir soleiðis frá: 

– Tónleikurin trívur í føroyska siðvenju, m.a. við stevi og kvæða kendum løgum, men eisini við tilsipingum til nýggjari, fólkslig rák, sum t.d. tann tónleikin sjómenn høvdu við sær úr stóru verð í seinnu helvt av farnu øld, og annað tílíkt, sum hevur verið partur av tónleikaumhvørvinum til føroyska samfelagið í nógv áratíggju. Alt hetta, er sett inn í ein nýggjan tónlistarligan ham, har akustisk ljóðføri, strúkarar og atmosferur ganga hond í hond. Hornorkestur-slagverk, brúsandi hav, kirkjuorgul, gospel kór og larmandi maskinur hvørt um annað.

Saman við heildarútgávuni hevur Jógvan eisini útgivið eitt sjónbandalag til lagið "Angist", har sjónleikarin Meinhard St John setur úttrýkk á hesa kenslu. Sjónbandalagið sæst omanfyri.

[object Object]
(Mynd: Bruno Mikael Eysturstein)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder