2021-04-28 12:50

Í morgun takkaði Jóhan Carl Dam fyri seg eftir 35 árum í starvi hjá Tórshavanr kommunu, og í hesum sambandi var lítil samkoma á Brennistøðini á Hjalla.
Borgarstjórin, Heðin Mortensen helt røðu fyri Jóhan Carl og handaði honum blómur og gávu frá kommununi. Øll røðan hjá borgarstjóranum kann lesast her.
Leiðarin á Brennistøðini, John Erik Hansen, segði eisini nøkur orð at enda og handaði Jóhan Carl eina stóra gávukurv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald