
Tá uppskotið frá 10 andstøðutinglimum um at geva geva sammøðrum somu rættindi sum pápar kemur til atkvøðugreiðslu, fer Johan Dahl úr Sambandsflokkinum at atkvøða fyri uppskotinum.
Tað upplýsti hann á landsfundi hjá Sambandsflokkinum í Klaksvík í dag.
Uppskotini um at javnseta samkyndar kvinnur við pápar, so at tær eitt nú kunnu taka barnsburðafarloyvi, koma til fyrstu viðgerð á løgtingi hósdagin.
Hetta eru somu uppskot, sum herfyri fekk løgtingsformannin at fara á sosialu miðlarnar við eini ávarðing.
Les: Løgtingsformaðurin ávarar móti ætlan hjá kvinnum í andstøðuni
Undir formansfrágreiðing á landsfundinum hjá Sambandsflokkurin, kom Bárður á Steig Nielsen, floksformaður og løgmaður, inn á trupulleikan, sum flokkur hansara hevur av, at samgongan gjørdi avtalu um at atkvøða saman, tá tað snýr seg um andstøðuuppskot, og hann nevni júst hesi málini um at veita samkyndum kvinnum og børnum teirra ávís rættindi.
Hann vísti á, at í Sambandsflokkinum hava limir altíð havt rætt til egna sannføring í etiskum málum.
Løgmaður viðgekk, at hetta kravið nú er ein trupulleiki fyri Sambandsflokkin.
- Henda orðingin er vorðin ein forðing og upphevjar aldargomlu siðvenjuna um, at ein og hvør kann atkvøða eftir egnari sannføring. Hetta er sera óheppið. Flokkurin skal tí ongantíð aftur bindast upp á etisk mál, hvørki progressivt ella konservativt. Tá má vera pláss til ymiskar meiningar á nøkrum økjum, segði Bárður á Steig Nielsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald