Innanlands

Løgtingsformaðurin ávarar móti ætlan hjá kvinnunum í andstøðuni

- Sendir út ávaring á Facebook um lógaruppskot, ið ið enn ikki er komið til viðgerðar

Jógvan á Lakjuni (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jógvan á Lakjuni (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-09-15 12:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, er nú farin út í sosialu miðlarnar fyri at ávara um eitt løgtingsuppskot, sum “allar tær sjey kvinnurnar og fýra menn” í løgtinginum  hava borið í løgtingið.

“Allar tær sjey kvinnurnar í andstøðuni á tingi saman við fýra monnum ætla nú við lóg at ræna pápan frá summum føroyskum børnum og gera tey til faðirloysingar, áðrenn tey eru fødd!”, skrivar løgtingsformaðurin enntá við ‘caps-lock’, altso alt skrivað við stórum stavum

Hann sigur hetta vera “Álvarslig kunning til alt Føroya Fólk!”

"Sammóðir"
Talan er millum annað um at seta donsku lógirnar um “børns retsstilling, lov om arvelov, lov om forældremyndighed og samvær og lov om anerkendelse af nordiske faderskabsafgørelser” við undirheitinum “Sammóðir”.

11 tingfólk hava lagt uppskotið fram: Ingilín D. Strøm, Jóanis Joensen, Djóni Nolsøe Joensen og Eyðgun Samuelsen úr Javnaðarflokkinum, Hervør Pálsdóttir, Beinta Løwe Jacobsen, Bjørt Samuelsen, Sirið Stenberg og Høgni Hoydal úr Tjóðveldi og Ruth Vang og Bjarni K. Petersen úr Framsókn.

Uppskotsstillararnir sigur soleiðis um endamálið við lógaruppskotinum: Lógin skal tryggja, at børn hjá samkyndum kvinnum fáa rætt til tvey foreldur frá føðing, og samkyndar kvinnur kunnu fáa foreldramyndugleika til síni børn frá føðing. Lógin tryggjar eisini, at tvær kvinnur, ið hava foreldrarætt til felags barn/børn, ikki missa hesi rættindi, flyta tær úr útlondum til Føroya. Henda lóg ger, at sammóðir verður foreldur at barni, sum er íkomið við eftirgjørdum gitnaði, og sostatt verður javnssett við pápar í lov om børns retsstilling. Samstundis verða fylgibroytingar gjørdar í arvalógini, í lóg um foreldramyndugleika og samveru og í lov om anerkendelse af nordiske faderskabsafgørelser.

Til samans tvey lógaruppskot og eitt uppskot til samtyktar eru løgd fram í sama pakka:

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Sammøður javnsettar við pápar)

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um børns retsstilling, lov om arvelov, lov om forældremyndighed og samvær og lov om anerkendelse af nordiske faderskabsafgørelser (Sammóðir)

Uppskot til samtytkar um at dagføra rættargangslógina (Sammóðir) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder