Innanlands

Fer ímóti samgonguni: Johan Dahl mælir til at samtykkja andstøðuppskotið um rættin hjá samkyndum foreldrum

Hann sigur seg ikki kunna taka undir við, at samgongan ikki vil tryggja minnilutum at fáa somu løgligu rættindi til barsinsskipanina, sum restin av borgarum landsins

Johan Dahl (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Johan Dahl (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-01-20 22:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Um tað ikki kann vera pláss fyri mær í samgonguni við tí meiningini, “so be it”, segði Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin á tingsins røðarapalli í november, tá uppskotið frá andstøðu flokkum um at javnseta rættin hjá samkyndum foreldrum til barsilsfarloyvi og barsilspening var til fyrstu viðgerð.

Og nú álit er komið úr vinnunevndini, er sjón fyri søgn. Johan Dahl er mælir saman við meirilutanum, sum eru andstøðuumboð, løgtinginum at samtykkja uppskotið.

- Sum fólkavaldur parlamentarikari, valdur til at tæna fólkinum til at gera lógarsmíð, sum skal hava eins virknað og rættindi fyri øll tey, sum lógirnar umfata, kann undirritaði ikki taka undir við, at vit sum samgonga ikki vilja tryggja minnilutum, sum her samkyndum pørum og harvið børnum teirra, at fáa somu løgligu rættindi til barsilsskipanina, sum restin av borgarum landsins.

Hann skrivar, at hansara støða ikki sampakkar við støðuna hjá fleiri av hansara floksfeløgunum, men hann metir, at hesi sjálvi fara at taka orðið í málinum fyri at siga sína meining ella støðu.

- At hugsa um barnið og barnsins besta má vera aðalmálið hjá okkum øllum, uttan mun til, um foreldur eru hinskynd ella samkynd. Tað gea vit best við, at rættindini hjá samkyndum og hinskyndum foreldrum eru á jøvnum føti, tá tað kemur til almenn tilboð og skipanir sum til dømis barsilsskipan.

Minnilutin sum er Jákup Mikkelsen og Beinir Johannesen úr samgonguni, mæla løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Teir vísa á, at avtala er gjørd í samgonguni um, at lógarbroytingar bert verða gjørdar, um semja er millum samgonguflokkarnar.

- Samgongan hevur onga semju um, at hetta uppskotið skal samtykkjast, og tí tekur minnilutin ikki undir við uppskotinum, siga teir.

Nær onnur viðgerð av uppskotinum verður, er enn ikki greitt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder