
(Upptøka: Tingvarpið)
- Hetta tolsemið frá tolsemistunum, gongur bara ein veg.
Tað segði Jóhan Eli Poulsen, tingmaður fyri Fólkaflokkinum, undir viðgerðini av uppskotinum um at javnstilla rættin hjá samkyndum foreldrum um barsilspening, seinnapartin í gjár.
Hann helt tað vera sera harmiligt.
- Um eg sigi mína erligu meining her í dag, so møti eg ongum tolsemi. Hvørki millum tey tolsomu tingfólkini, og eiheldur millum teir tolsomu miðlarnar. So tolsemmi er sanniliga nakað, sum tíverri bara gongur annan vegin, segði Jóhan Eli Poulsen.
Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, tók undir við Jóhan Eli. Vit skulu øll hava rætt at vera her, heldur hon.
- Eg eri púra samd við Jóhan Eli Poulsen. Orðið tolsemi er blivið misbrúkt í okkara samfelag. Og eg eri púra samd í, at tað øgiliga ofta bara vendir ein veg.
- Eg haldi tað vera umráðandi at vit viðurkenna, at vit øll hava rætt at vera her, segði Ruth Vang.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald