Innanlands

Jóhan Eli tikið sæti á tingi

Sandvíkingurin avloysir Anniku Olsen, ið verður í farloyvi fram til kommuvalið komandi ár

2019-09-23 13:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann fekk 230 persónliga atkvøður á valinum 31. august og varð harvið nummar 12 á listanum hjá Fólkaflokkinum. Í dag tók hann fyri fyrstu ferð sæti á tingið.

Jóhan Eli Lyngvej Poulsen kemur inn, tí Jøren Niclassen, Jákup Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hava fingið landstýrissessir, og av tí at ein av teimum næstu trimum á listanum, Annika Olsen, hevur biðið um farloyvi.

Heðin Zachariassen og Brandur Sadoy eru eisini borgarstjórar, men Brandur gevst sum borgarstjóri, og Heðin fer at spyrja limirnir í býðráðnum í Sunda Kommunu, um hann kann røkja løgtingssessin eisni.

Jóhan Eli er skipari. Hann fekk 101 atkvøður í Hvalba til løgtingsvalið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder