Innanlands

Jóhan Hendrik Ellefsen er nýggjur kommunustjóri í Vága kommunu

Á býráðsfundi í farnu viku gjørdi býráðið av at seta 32-ára gamla miðvingin og løgfrøðingin í starvið

Jóhan Hendrik Ellefsen er millum annað kendur fyri døming. Hann hevur seinnu árini dømt nógvar dystir í Betrideildini, umframt at hann hevur dømt dystir uttanlands (Mynd: Sverri Egholm)

Jóhan Hendrik Ellefsen er millum annað kendur fyri døming. Hann hevur seinnu árini dømt nógvar dystir í Betrideildini, umframt at hann hevur dømt dystir uttanlands (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-03 09:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vága býráð samtykti á býráðsfundi fríggjadagin at seta Jóhan Hendrik Ellefsen sum kommunustjóra í Vága kommunu. 

Jóhan Hendrik er útbúgvin sum Cand. Jur. á Københavns Universitet. Hann hevur starvast sum løgfrøðingur hjá Vørn og hjá Sjóvinnustýrinum, sum løgfrøðiligur ráðgevi hjá Keel Solution ApS í Keypmannahavn, og hann hevur verið starvslesandi á Løgmansskrivstovuni, Tórshavn.

[object Object]
Mynd: Vága kommuna

Jóhan Hendrik Ellefsen er eisini kendur sum fótbóltsdómari.

Vága kommunua skrivar á heimasíðu sínari, at Jóhan Hendrik er 32 ára gamal og býr saman við unnustu síni í Miðvági. Tey eiga tvey børn.

Hann tekur við starvinum 1. juli 2020.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder