Mentan

Jóhan Martin Christiansen: FALL í Víngarðinum

Listaframsýning við gipsrelieffum letur upp leygardagin

2022-10-12 18:27 Author image
Innsent
placeholder

Leygardagin letur framsýningin FALL við verkum eftir Jóhan Martin Christiansen upp í Víngarðinum í Tróndargøtu í Havn. Talan er um eina framsýning við gipsrelieffum í ymiskum litum. Gips er eitt høvuðstilfar hjá Jóhan Martini Christiansen, sum hann hevur arbeitt við í nógv ár. Gips ella kalciumsulfat er eitt náttúrligt hvítt mineral. Tilfarið er burðardygt og hevur eina ógvuliga drúgva, fjølbroytta og áhugaverda nýtslusøgu, ið millum annað fevnir um avstoypingar av fornaldarstandmyndum.

Verkini á framsýningini eru framhald av verkum, sum listamaðurin hevur gjørt áður, men við størri denti á litir. Hetta gevur størri margfeldi, ekspressivitet, eins og nøkur verk bera brá av málningalist. Heitið FALL kann sipa til at falla, detta ella fara um koll. Summir hugspekingar vilja vera við, at øll menniskjatilveran er eitt stórt fall móti deyðanum, átrúnaðarliga tosa vit um syndafallið, meðan ein orðing sum at vera komin á fallandi fót verður nýtt um konur, ið skulu eiga. Um vit líta okkum í kring, kann FALL eisini vísa til enska heitið fyri árstíðina, sum vit hava beint nú, eins og tað kann vera málfrøðiligt og snúgva seg um samskifti ella málfrøðiligt fall.

Heitið á framsýningini er sostatt fleirtýðugt og tað sama er galdandi fyri verkini. Yvirflatan kann tykjast einføld í sínum úttrykki, men umboðar samstundis eitt unikt, óslætt mikrolandslag. Tað tilfarsliga hevur stóran týdning. Gipsrelieffini verða stoypt á pappstykkjum, sum listamaðurin hevur valt sum grundform. Í prosessini verður eitt tilfar sostatt yvirført til eitt annað.

[object Object]Jóhan Martin Christiansen (Savnsmynd)

Yvirflatin minnir um papp, men er gips. Millum bleytt og hart, tilfar og form, veruleika og hugasambond tendra verkini hugflogið, tí undir yvirflatanum krógva kenslur og søgur seg, ið geva seg til kennar so við og við. Verkini krevja sindur av tíð, áðrenn tey lata seg upp.

Upplating av framsýningini í Víngarðinum brtðut leygardagin 15.oktober frá 15 til 17. Kinna Poulsen kurateraði framsýningina.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder