Innanlands

Jóhannis Joensen spyr um fyriskipanir til lesandi við serligum avbjóðingum

Nógv er gjørt fyri at hjálpa næmingum við serligum avbjóðingum í fólkaskúla og á miðnámi, men tað sama er ikki galdandi fyri lesandi á hægri lestri, sigur javnaðartingmaðurin, sum hevur sett landsstýrismanninum í mentamálum fyrispurning um evnið

Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-04-21 19:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu árini er nógv hent á undirvísingarøkinum, tá tað kemur til at hjálpa næmingum við serligum avbjóðingum. M.a. er serlig útbúgving sett í verk til at útbúgva lærarar til serøkið, flokkar eru skipaðir til næmingar við serligum tørvi, umframt ymsar skipanir, sum hjálpa næmingum á miðnámi og í fólkaskúlanum at fáa útvegað hjálpiamboð. Eisini er ein arbeiðsbólkur settur, sum skal koma við tilmælum um, hvussu landið loftar næmingum við sálarligum avbjóðingum á miðnámi.

Hóast hetta eru at kalla ongar skipanir til lesandi á hægri lestri, sum hava serligar avbjóðingar, sigur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum tí hevur sett landsstýrismanninum í mentamálum, Jenis av Rana, fyrispurning um evnið.

Fróðskaparsetrið bjóðar lestrarvegleiðing, men sum heild eru tilboðini avmarkað, sigur tingmaðurin, sum brúkar donsku universitetini sum dømi um stovnar, sum hava serligar vegleiðarar, sum lesandi við serligum avbjóðingum kundi venda sær til.

Jóhannis Joensen hevur tí spurt Jenis av Rana, hvørji átøk eru sett í verk at hjálpa lesandi á hægri lestri, ið hava serligar avbjóðingar, og um nøkur ætlan er um at útbúgva vegleiðarar at vegleiða og stuðla lesandi við serligum avbjóðingum á hægri lestri.

Spurningurin hjá Jóhannis Joensen er soljóðandi:

1. Hvørji átøk eru sett í verk fyri at hjálpa og stuðla lesandi á hægri lestri, sum hava serligar avbjóðingar, eitt nú orðblindni, tunghoyrn, ADHD, autismu o.a.?

2. Hvørjar førleikar hava verandi lestrarvegleiðarar á hægri lestri at hjálpa og vegleiða lesandi við serligum avbjóðingum?

3. Er nøkur ætlan um útbúgva vegleiðarar at vegleiða og stuðla lesandi við serligum avbjóðingumá hægri lestri?

4. Er nøkur meting gjørd av, hvat tað hevði kostað landinum at sett í verk líknandi skipanir við SPS-vegleiðarum, eins og í Danmark?

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder