Innanlands

John Højsted og Jóhan Mørkøre afturvaldir í nevndina hjá Maskinmeistarafelagnum

Ársaðalfundurin hjá felagnum, sum upprunaliga skuldi vera í mars, varð hildin um vikuskiftið

Mynd: Maskinmeistarafelagið

Mynd: Maskinmeistarafelagið

2020-05-25 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ársaðalfundurin hjá Maskinmeistarafelagnum varð upprunaliga lýstur at vera 28. mars, men orsakað av koronasmittuni mátti hann avlýsast.

Felagið mátti síðani bíða eftir, at tað aftur fór at bera til at samlast til slík tiltøk, og leygardagin 23. mai varð ársaðalfundurin endiliga hildin í Smæruni.

Til nevndina stóðu verandi nevndarlimir John Højsted og Jóhan Mørkøre fyri vali og teir vórðu báðir afturvaldir. Sum tiltakslimir vórðu valdir Andrass Poulsen og Tróndur við Á.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder