Innanlands

John Obi Mikel liðugur í turkiskum fótbólti eftir atfinning á sosialu miðlunum

Fyrrverandi Chelsea-miðvallarin gjørdi sunnudagin alment greitt, at hann ikki hevur hug at spæla fótbólt í hesum tíðum, og at kappingarárið burdi steðgast. Nú hava hann og Trabzonspor uppsagt sáttmálan

John Obi Mikel, her í dysti fyri Chelsea í Premier League. Hann slær fast, at tað er meira í lívinum enn fótbóltur (Mynd: EPA)

John Obi Mikel, her í dysti fyri Chelsea í Premier League. Hann slær fast, at tað er meira í lívinum enn fótbóltur (Mynd: EPA)

2020-03-18 23:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er greitt, at John Obi Mikel ikki longur er Trabzonspor-leikari. Tann nú 32-ára gamli miðvallarin úr Nigeria var Chelsea-leikari í meira enn eitt áratíggju, áðrenn hann skifti til kinesiskan fótbólt í 2017. Í Chelsea var við til at vinna Champions League, Europa League Premier League tvær ferðir, FA Cup tríggjar ferðir. Mikel kom til Trabzonspor í summar, har hann fyri tað mesta hevur verið fastur maður.

At ein leikari ið er við at nærkast endanum av sínari yrkisleið, ikki longur spælir í einum turkiskum felagið, er ikki so áhugavert í sær sjálvum, men talan er um serligar umstøður.

Trabzonspor spældi sunnudagin oddadyst móti Basaksehir í Super Lig. Eingir áskoðarar vóru til dystin, ið endaði 1-1. John Obi Mikel sat á bonkinum allar 90 minuttirnar, og sama dag skrivaði hann á Instagram: 

- Tað er meira í lívinum enn fótbóltur. Eg kenni meg ikki væl við at spæla fótbólt í hesari støðuni - eg havi ikki hug til tað. Allir burdu verið heima saman við familjuni og teimum, ið ter elska í hesu hættisligu tíðini. Kappingarárið burdi verið steðgað og avlýst, tí heimurin stendur yvirfyri einar so baldrutari tíð

Í Turkalandi varð tann fyrsti deyðstilburðurin orsaka av koronavirusinum staðfestur í gjár. Í dag kunngjørdi Trabzonspor, at samstarvið við Mikel er av. Á heimasíðu felagsins verður tað lýst sum ein avgerð, ið báðir partar eru samdur um.

At tað hevur samband við almennu atfinningarnar hjá Mikel, er helst eingin ivi um, og altjóða miðlar skrivað, at leikarin setti fram ysnki um at steðga í felagnum og í turkiskum fótbólti orsaka av støðuni, ið var ørkymlandi fyri hann.  Felagið hevur í støðuni einki ímóti at lata hann fara. Dider Drogba hevur á Instagram víst fyrrverandi liðfelagnum stuðul.  

Í vikuskiftinum kom Wayne Rooney við hvøssum atfinningum mótvegis enska fótbóltssambandinum og teimum ið standa fyri deildunum, tí leikararnir eru verða nýttir í støðuni, og at atlit ikki eru tikin til heilsuna við at lata fótbóltin í Onglandi halda fram sum vant so leingi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder