John Mikkelsen, vertur á matstovunum heima í Havn, Ólavur í Búrstovu vertur á Húsagarði og Karin Visth, matstovuleiðari á Koks, eru í uppskoti til at verða kosin ársins matstovupersónligheitir, tá Den danske Spiseguide í november fer at lata fleiri ymsar prísir til føroysku matstovuvinnuna.
Hetta hendir í sambandi við, at ein føroysk matstovuguide, kallað Faroe Best 2022, verður givin út.
21. november verður skipað fyri sinum “gastronomiskum og vinøsum” galladøgurða á matstovuni Husagarði á Hotel Brandan.
Rasmus Munch, høvuðskokkur á Alchemist 2.0
Heiðursgestur verður blaðungi høvuðskokkurin á slóðbrótandi matstovuni Alchemist 2.0 í Keypmannahavn, Rasmus Munk. Alchemist 2.0, sum ger eksperimenterandi mat langt útyvir tað vanliga, ið varð kosin ársins matstova í Danmark í fjør.
Tað er Bent Christensen, sum í nógv ár hevur givið út Den danske Spiseguide, sum hevur tikið stig til at gera eina føroyska útgávu eisini, og eisini hann, sum skipar fyri serliga tiltakinum í november.
Hann kunngerð so hvørt hvørji eru tilnevnd í teimum ymsu bólkunum. Í dag kunngjørdi hann nøvnini á teimum trimum, sum eru tilnevnd at vera ársins matstovuperónligheitir, ella “Årets restaurantprofil”, sum hann kallar prísin.
Herfyri vórðu eisini tríggjar nýggjar matstovur kunngjørdar at vera tær, ið koma upp á tal til heiðurin ársins frambrot ella “årets gennembrud”. Matstovurnar eru matstovan á Hotel Hilton Garden Inn, Hallartún, matstovan á Hotel Brandan, Húsagarður, og nýggja matstovan við Gøtugjógv, Brimborg.
Á tiltakinum í november skulu eisini latast heiðursgávur til hesar bólkar: Ársins matstova, ársins kokkapersónligheit, ársins fiska- og skeljadjóramatstova, ársins smyrjibreyð/frokost-matstova, ársins ræsta og ársins avec & vínkort.
Galladøgurðin 21. november er opin fyri øllum – kostnaðurin er knappar 2.000 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald