Uttanlands

Johnson fer at heita á drotningina um at seta tingið úr gildi komandi tíðina

Hetta vil taka alt vald hjá tingunum viðvíkjandi lógararbeiði fram til 14. oktober, og harvið fer tað so at siga ikki at bera til hjá tinginum at forða Boris Johnson at fara úr ES uttan avtalu

2019-08-28 10:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

"Brexit-bylgjurnar" ganga sera høgt. 31. oktober er bert góðar tveir mánaðir burtur, og nú Bretland stendur til at fara úr ES uttan eina avtalu, er trýstið vaksandi á allar partar.

Í gjár helt Jeremy Corbyn fund, har endamálið hjá formanninum var, at samla fólk ið eru ímóti hørðu Brexit-kósini (no deal-Brexit) og royna at finna eina loysn.

Í morgun skriva stóru bretsku miðarlnir, BBC og Sky News, umframt onnur, at Boris Johnson í dag fer at gera ein púra óvæntaðan og ógvsuligan leik. BBC skrivar

"Government to ask Queen to suspend Parliament"

Hetta merkir í stuttum, at teir MP's, stjórnarlimirnir, ið seta seg aftur í sessirnar um nakrar dagar, sum so einki vald fara at hava fram til 14 oktober. Politiski redaktørurin hjá BBC, Laura Kuenssberg, sigur at forsætismálaráðharrin 14. oktober fer at halda eina sokallaða "Queen's Speech", ið er sum okkara Ólavsøkurøða. Tað er setnarrøðan í einari nýggjari tingsetu, har gongdin veråur lýst, og har ætlananirnar hjá fyrisitingini verða lagdar fram.

Eftir hettta verður sera lítið av tíð at broyta nakað sum helst. Kuenssberg vísir á, at stjórnin einki lógararbeiði kann gera komandi smáu sjey vikurnar, um hendan umbønin hjá Boris Johnson og fyrisitingini verður gingin á møti - bretska stjórnin, parlamenti, verður í roynd og veru lammað. Harvið verður ógvuliga torført at seta nakað mótspæl til hørðu Brexit-leiðina saman eftir 14. oktober, ið bert er 17 dagar áðrennBretland skal úr ES.

Hesar upplýsingarnar, ið ónenvndar keldur eru komnar við, hava ikki fingið mjúka móttøku frá fleiri høgtstandi persónum í stjórnini. 

Boris Johnson hevur í bretskum sjónvarpi júst váttað, at hann ætlar, at stjórnin verður sett úr gildi fram til 14. oktober

Dagført 10.41

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder