Sunnukvøldið 9. februar verður 92. Oscar-handanin á skránni í Los Angeles í amerikanska statinum Kalifornia, og seinnapartin vórðu ársins tilnevningar kunngjørdar.
Filmurin "Joker", sum varð frumsýndur í heyst, hevur heilar 11 tilnevningar, m.a. fyri "Besta Film". Høvuðsleikarin, Joaquin Phoenix, er eisini tilnevndur í bólkinum "Besti Mannligi Høvuðsleikari".
Netflix-filmurin "The Irishman", filmurin "1917", sum snýr seg um 1. heimsbardaga, og "Once Upon a Time in Hollywood" hjá Quentin Tarantino eru allir tilnevndir 10 ferðir.
Ein danskur dokumentarfilmur, "The Cave", er eisini millum tey tilnevndu. Hann er tilnevndur í bólkinum "Besti Dokumentarfilmur".
Til ber at síggja øll tey tilnevndu her.
Les eisini: Oscar handanin heldur ongan vert í ár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald