Mentan

Oscar handanin heldur ongan vert í ár

Eingin vertur verður, tá Oscar virðislønirnar skulu handast 9. februar. Tað eydnaðist so væl uttan vert í fjør, og tí er hendan avgerðin tikin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-01-10 19:46 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í ár verður handanin av Oscar virðislønunum uttan vert.

Hesum boðar leiðslan hjá ABC Television Entertainment frá, sambært TV2.

Leiðslan hevur saman við Oscar akademinum tikið avgerð um, at handanin verður hildin uttan vert, eins og í fjør. Oscar handanin 2019 var annars tann fyrsta Oscar handanin í 30 ár uttan vert.

Oscar handanin í fjør endaði uttan vert av tí at Kevin Hart gav avboð, eftir at ein røð av gomlum Twitter-dagføringum, sum av nógvum vórðu mettar at vera homofobiskar, komu undan kavi.

Í fjør vóru nógv fleiri fólk, sum fylgdu við Oscar handanini enn undanfarin ár – 29,6 mió.

Virðislønirnar vórðu presenteraðar og handaðar av ymsum Hollywood sjónleikarum, og er ætlanin at endurtaka hetta, tí tað gekk so væl í fjør.

Mánadagin verða nøvnini á teimum, sum eru tilnevnd ein Oscar í ár, almannakunngjørd, og sjálv handanin verður 9. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder