Mentan

Jólafilmurin í Filmsfelagnum er finskur

Talan er um nýggjasta meistaraverkið hjá Aki Kaurismäk, "Fallen Leaves"

2023-12-14 08:37 Author image
Innsent
placeholder

Kendasti finski leikstjórin, Aki Kaurismäki, er aftur frammi við einum stillførum meistaraverki úr arbeiðarastættini í finska høvuðsstaðnum.

Tyngd av einsemi, leita tvey fólk eftir kærleika býnum. Tey møtast á eini karaoke barr. Men burturmistar telefonir og adressur sannføra tey um, at vegurin til stóra kærleikan er lagdur við nógvum forðingum. Eisini drykkjuskapi og einum burturvilstum hundi.

Aki Kaurismäki vann dómsnevndarvirðislønina í Cannes við hesum hjartanemandi kærleiksfilmi, sum er seinasta sýning í Filmsfelagnum fyri jól.

Í eyðkenda og turrisliga retrostílinum hjá Kaurismäki, kundu vit verið førd til farnar tíðir, kanska fimmtiárini, men tann veruleiki, at kríggið í Ukraina alla tíðina verður nevnt í transistorradionum, førir við sær, at vit fata filmin sum eitt nærverandi samtíðardrama.

”Fallen Leaves” er um einsemi hjá tveimum lagnum, sum púrastani av tilvild møtast eina nátt í Helsinki og verða hugtikin og forelskað.

Filmsfelagið hevur áður víst flestu filmar hjá finska meistaranum. 

Fipresci, sum er altjóða felagsskapur hjá filmsummælrum, sigur, at hetta er besti filmur í ár. Við hesum filmi ynskir Filmsfelagið sínum trúføstu gestum eini gleðilig jól.

“Fallen Leaves” verður sýndur í Havnar Bio mikukvøldið kl. 20.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder