Mentan

Jólakalendarin frá Barnabata í hvørt hús

Jólakalendarin er samstundis ein lutaseðil, sum skal gerast virkin á heimasíðuni hjá Barnabata við at stuðla við 100 krónum

2019-11-20 19:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv børn í Føroyum merkja hvønn dag sviðan av at liva undir fíggjarliga trongum korum. Tí arbeiðir Barnabati eins og undanfarin ár við at savna pening inn til hesar familjur, nú jólini nærkast.

Jólakalendari er sendur út til hvørt húski í Føroyum, og virkar sum ein lutaseðilin. Fyri at gera lutaseðilin virknan, mást tú skráseta lutaseðilin á heimasíðuni hjá Barnabata og samstundis stuðla við 100 krónum.

Hetta er ein eitt sindur øðrvísi háttur at selja jólakalendara, men hetta er sum skilst fyri at lætta um hjá bæði Barnabata og teimum sum ynskja at stuðla.

[object Object]

Stórur tørvur á fíggjarligari hjálp
Barnabati yvirtók virksemi hjá grunninum Í Menniskjum Góður Tokki um ársskiftið 2015, og hevur síðani savna pening inn til fíggjarligar sperdar barnafamiljur í Føroyum. Hetta virksemi er mest umfatandi tá ið jólini stunda til, tí tá verður savna inn til árligu Jólahjálpina. Umframt Jólahjálp, so verður tað eisini veitt hjálp til føðingardagar, og hjálp til frítíðarítriv. Eitt nú limagjald til ítróttarfeløg.

- Í 2016 vóru tað umleið 465 børn í føroyum, ið fingu ágóðan av tykkara stuðli. Í 2017 vóru tað 455 børn og í 2018 vóru tað 500 børn. Enn er tað nógv, ið bendir á, at tað er stórur tørvur á fíggjarligar hjálp til nógvar barnafamiljur í Føroyum, og Barnabati hevur sett sær sum mál, at halda áfram við hesum virkseminum, til vit eingi barn í Føroyum kennir sviðan av at liva í trongum fíggjarligum korum, sigur Barnabati.

Jólakalendarin er í dag komin út til hvørt húski í Føroyum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder