Innanlands

Tingmaður: 42 fráboðanir um hjáárin eftir koronukoppseting

Jenis av Rana úr Miðflokkinum hevur spurt landsstýriskvinnuna í heilsumálum um hjáárin eftir koronukoppseting, og hann sigur seg hava fingið at vita, at 42 fráboðanir eru komnar frá føroyingum um illgruna um hjáárin.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-11-18 10:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

42 fráboðanir eru komnar frá føroyingum um illgruna fyri hjáárin av koppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech fyri koronu.

Tað sigur Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin seg hava fingið at vita frá landsstýriskvinnuni í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen.

Á tingfundinum í dag skal landsstýriskvinnan svara einum skrivligum fyrispurningi frá Jenisi av Rana um hjáárin eftir koronukoppseting.

Svarið er ikki alment enn, men í fráboðan til miðlarnar sigur tingmaðurin, at tað m.a. framgognur í svarinum frá Eyðdis Hartmann Niclasen, at 42 fráboðanir eru um illgruna um hjáárin, og at hetta fevnir um bæði fráboðanir frá borgarum og heilsustarvsfólkum.

18 av fráboðanunum eru skrásettar sum álvarsamar.

Jenis av Rana hevur sett landsstýriskvinnuni 13 spurningar. Hann hevur m.a. spurt, hvussu nógvar fráboðanir eru komnar um hjáárin, og hvussu nógvar kærur og umbønir um endurgjald vegna hjáárin og skaðar eru komnar frá føroyingum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder