Leygardagin 17. desember bjóðar samkoman í Ebenezer inn til jólakonsert.
Talan er um trý tiltøk. Klokkan 16 syngja barnakórini í samkomuni á Ebenezertrappuni, klokkan 17 er stóra jólakonsertin við Ebenezerkórinum, Regini Guttesen, Mariu á Lakjuni, og Sigrun av Reyni, og eftir konsertina, uml. klokkan 18.30, verður opið hús.
– Tað er okkum ein stór gleði, aftur at kunna bjóða inn til jólakonsert, eftir at tað ikki hevur verið møguligt seinastu árini, siga tey í Ebenezer.
– Vit vóna at síggja nógv fólk, bæði til konsertina og at nógv støkka inn á gólvið til ein kaffimunn og jólahugna eftir konsertina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald