Mentan

Jólakonsert í Fríðrikskirkjuni sunnukvøldið

Hetta er fyrsta konsertin hjá kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni við nýggja kórleiðaranum, Susanne Brattaberg. Eisini eru felagssangur og solosangur á skránni, og cellonæmingar spæla. Konsertin byrjar klokkan 19

2022-12-16 19:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnukvøldið, 18. desember klokkan 19.00, verður jólakonsert í Fríðrikskirkjuni.

Hetta er fyrsta konsertin hjá kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni við nýggja kórleiðaranum, Susanne Brattaberg, sum hevur stjórnað kórinum síðani september í ár.

Umframt skránna hjá kirkjukórinum, verður solosangur og cellonæmingar spæla.

Eisini verður felagssangur. Martin Restorff Jacobsen spælir undir hjá kórinum og til felagssangin.

Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder