Barnabata fer aftur í ár at samla pening inn til fíggjarliga sperdar barnafamiljurnar, so at tær eisini kunnu fáa eini gleðilig jól.
Jólamyndin er ætlað til børnini, og har kunnu tey seta sínar egnu litir á. Baksíðan á jólamyndini er eisini ein lutaseðil við fýra stórum og góðum vinningum.
Fyri at stuðla, skalt tú skráseta tína jólamynd á barnabati.fo, og har velja hvørja upphædd, ið tú vilt stuðla við. Allar upphæddir eru kærkomnar, men fyri at virka lutaseðilin, má stuðulin verða í minsta lagi 100,- krónur. Allur peningurin fer óskerdur til fíggjarligar sperdar barnafamiljur.
Bert ein jólamynd verður send út til hvørt húski, men tað ber til at fara í FK handlarnir kring landið og har fáa fleiri jólamyndir, ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald