Innanlands

Jólaskipið kemur á Klaksvík hósdagin

Tað leggur at bryggju klokkan 18 - ein tíma áðrenn vitja jólamenninir í Leirvík

Ågot - her sum jólaskip á Leirvík

Ågot - her sum jólaskip á Leirvík

2022-12-20 14:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum vanligt kemur jólaskipið á Klaksvík stutt áðrenn jólaaftan við nógvum jólamonnum umborð.

Norðlýsið skrivar í dag, at tey  frætta frá jólamonnunum umborð á jólaskipinum, ið siga at teir verða har hósdagin 22. desember.

Tann dagin kemur jólaskipið sum vant bæði á Leirvík og Klaksvík

- Fyrst leggja teir at bryggju kl. 17.00 í Leirvík. Síðani liggur leiðin á Klaksvík har teir leggja at bryggju kl. 18.00.

Vanligt er, at nógv verður gjørt burturúr tiltakinum, har jólamenn framføra, børnini fáa pakkar, og í Klaksvík verður Ársins Rósa handað.

- Ársins Rósa” er ætlað sum eitt herðaklapp til ein persón, sum hevur víst serligt hjálpsemi, samfelagssinni ella, sum á annan hátt hevur verið fólki og samfelagi at serligum gagni.

Tiltakið verður úti í Klaksvíksgarðinum, niðanfyri Forminnissavnið, sum eisini hevur opið í samband við tiltakið, skrivar klaksvik.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder