Nú hava tey frætt frá skipara og manning umborð á jólaskipinum. Teir boða frá, at teir koma til Runavíkar í morgin, leygardagin, umleið kl. 16.30. Jólaskipið leggur at við bátahylin, og økið rundan um er pynta til høvið.
Jólamenninir ætla sær at syngja nakrar jólasangir saman við børnum og helst hava teir okkurt gott við til børnini. Barnakórið úr Nebo og hornorkestið luttaka.
Í doktaragarðinum verður ein forkunnug jólaframsýning hjá Anette Sonne. Tvær fittar smáttur standa á fløtuni har til ber at síggja “Smiðjuna hjá jólamanninum” og beint við er framsýningin “Barnakamarið hjá langommu”. Framsýningarnar verða standandi til 13. januar.
Serstaki animatiónsfilmurin verður vístur á húsavegginum á ráðhúsinum. Leygardagin kl. 15 verða fýra nýggir filmar lagdir afturat.
Í samband við tiltakið verður Gulasteinsvegur sperraður frá Berglon til vegamótið á Fjøruvegi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald