Mentan

Jólaskipið kemur á Runavík leygardagin

Í morgin klokkan 16:30 leggur jólaskipið at við bátahylin í Runavík

2022-12-09 18:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú hava vit frætt frá skipara og manning umborð á jólaskipinum. Teir boða frá, at Jólaskipið leggur at við bátahylin í Runavík leygardagin 10. desember kl. 16:30.

Saman við jólamonnunum gongur leiðin frá havnalagnum niðan til Jólabýlingin við Løkin, har stóra jólatræið stendur. Økið er prýtt við perum og smáu jólasmátturnar fortelja hvør sína søgu. Ein pallur er uppsettur nærhendis har jólamennirnir og nissugenturnar fara at framføra. Umframt kakao og bollar bjóða jólamenninir eisini okkurt gott til børnini.

Fyrireikarnir vísa á, at fleiri parkeringspláss eru í økinum nærhendis, men av tí at eitt stórt tiltak er í Løkshøll, verða helst ongi tøk parkeringspláss við skúlan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder