Fjarrit er komið frá jólaskipinum, sum boðar frá at skipið kemur inn á Vágsbotn leygardagin 9. desember klokkan 15. Umborð á jólaskipinum eru fleiri jólamenn, og teir gleða seg at heilsa uppá øll børnini.
GHM spælir hugnaligan jólatónleik undir Bryggjubakka, meðan jólamenninir bjóða karamellur. Síðani leggja jólamennirnir leiðina niðan í vakurt prýdda Amtmansgarðin, har Ríkisumboðið bjóðar holukøkur og kakao.
Forvitnisligi jólamarknaðurin á Vaglinum og í Betri garðinum hevur opið frá kl. 12 til 18.
Á pavilionini í Tinghúsgarðinum:
16.00 Frelsunarherurin spælir jólatónleik.
16.30 Ælabogin spælir jólatónleik
Jólamenn ganga í býnum og bjóða karamellur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald