Mentan

Jólaskipið kemur inn í Vágsbotn í morgin

Jólaskipið kemur inn í Vágsbotn leygardagin klokkan 15

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-12-09 20:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fjarrit er komið frá jólaskipinum, sum boðar frá at skipið kemur inn í Vágsbotn leygardagin 10. desember klokkan 15. Umborð á jólaskipinum eru fleiri jólamenn, og teir gleða seg at heilsa uppá øll børnini.

GHM spælir hugnaligan jólatónleik undir Bryggjubakka, meðan jólamennirnir bjóða karamellur. Síðani leggja jólamennirnir leiðina niðan í vakurt prýdda Amtmansgarðin, har Ríkisumboðið bjóðar holukøkur og kakao.

Forvitnisligi jólamarknaðurin á Vaglinum og í Betri garðinum hevur opið frá klokkan 12 til 18, og klokkan 16 syngur og spælir Danny Baldursson á vøkru pavilionini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder