2023-11-20 13:07
Í ár verður jólatræið á Minnisvarðaøkinum tendrað sunnudagin 26 november kl. 18.
Hornorkestrið á Tvøroyri luttekur, Dagfinn Olsen lesur eina jólasøgu, Frelsunarherurin luttekur við sangi og Sámal Midjord, korpsleiðari, lesur jólaevnageliið. Jólamennirnir vitja og hava pakkar við til børnini.
Skótarnir bjóða bollar og kakao á Minnisvarðaøkinum.
Hetta er samstundis annað árið, at jólatræið, sum Vágs kommuna gróðursetti í fjør, verður tendrað. Hetta er ein partur av verkætlanini ”Burðardygg býarfríðkan” har kommunan ynskir at sleppa undan at keypa granntrøð sum eru feld.
Vágs kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald