Mentan

Jólatræið í Vestmanna verður tendrað 25. november

Laila Haldansen, bygdarráðslimur, bjóðar vælkomin, Maria Summers Nolsøe heldur røðu, og Hornorkestrið, Vestmanna Sangkór og Barnakóri framføra nøkur jólaløg, boðar Vestmanna kommuna frá

2022-11-19 13:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jólatræið í Vestmanna verður tendrað fríggjadagin 25. november kl. 17:00.

Laila Haldansen, bygdarráðslimur, bjóðar vælkomin, Maria Summers Nolsøe heldur røðu, og Hornorkestrið, Vestmanna Sangkór og Barnakóri framføra nøkur jólaløg.

Jólamennirnir koma við pakkum til børnini, og aftaná verður boðið til kakao og bollar uttan fyri Staðið.

Tá ið haldið á Torginum er liðugt, letur Jólasølan í Krambúðini upp.

Vestmanna kommuna



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder