Mentan

Jón Magnus í Smiðjuni

Framsýningin við yvir 30 málningum, flest stórir, letur upp fríggjadagin

2023-09-26 09:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jón Magnus Joensen hevur málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík frá fríggjadegnum 29. september til og við týsdagin 3. oktober.

Myndevnini á framsýningini eru flestu frá høvuðsstaðarøkinum, og lýsa hetta á ymsan hátt. Tað eru fleiri enn 30 málningar við á framsýningini, flestu stórir. Málningarnir eru litfagrir, har ljósið spælir sín leiklut.

Jón hevur havt mangar málningaframsýningar seinastu góðu tredivu árini, harav fleiri í Smiðjuni. Hann var á listaskúla í Danmark í 2003.

Framsýningin letur upp nú fríggjadagin kl. 15.

Jón er argjamaður og býr á Toftum, har hann hevur egið atelier. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder