2022-12-06 09:46
            
        
        
                
            Jón Magnus Joensen hevur málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn frá fríggjadegnum 9. dessember til og við mikudagin 14. desember.
Myndevnini á framsýningini eru frá Tórshavn. Teir umleið 40 málningarnir, stórir og smáir, lýsa høvuðsstaðin á ymsan hátt.
Herumframt eru náttúrumyndevni málað á pappír.
Jón hevur havt nógvar málningaframsýningar seinastu góðu tríati árini, harav fleiri í Smiðjuni. Jón hevur málað nógv heilt frá ungum árum. Hann hevur verið á listaháskúla í Danmark.
Framsýningin letur upp nú fríggjadagin kl. 15.
Opið hesar tíðir:
 Fríggjadagin kl. 15-18
 Leygardagin kl. 10-18
 Sunnudagin kl. 14-18
 Mánadagin kl. 10-17
 Týsdagin kl. 10-18
 Mikudagin kl. 10-18 
                
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald