Innanlands

Jóna Apolonia Marjun Hammer 100 ára-gomul

Hátíðarhald var í hesum sambandi í hølunum hjá Námi fyrsta dagin í 2025

Elsa Berg, borgarstjóri, heilsar uppá føðingardagsbarnið (Mynd: torshavn.fo)

Elsa Berg, borgarstjóri, heilsar uppá føðingardagsbarnið (Mynd: torshavn.fo)

2025-01-02 18:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. januar 2025 var serstakur dagur í Havnini. Ikki bert sum fyrsti dagur í einum ári, men ein 100-ára føðingardagur kundi hátíðarhaldast.

Hetta varð gjørt í hølunum hjá Námi. Jóna Apolonia Marjun Hammer býr annars ikki á nøkrum ellisheima - hon býr hjá dóttrini Kirstin í Blómubrekku í Havn.

Har fær Jóna heimahjálp og er annars heima einsamøll um dagarnar, tá arbeiðsdagur er.

Tað er ikki nakað, ein kann taka fyri givið, tá ein hevur livað í 100 ár, vísti Elsa Berg á. Nýggi borgarstjórin í Tórshavnar kommunu var boðin við í føðingardag og helt eina røðu - brot úr røðuni kunnu lesast HER.

Sí eisini: Elsa Berg tikið yvir í Tórshavnar kommunu

Jóna Apolonia Marjun Hammer varð fødd á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 1. januar 2025. varð hon uppkallað eftir lækna, jarðarmóður og sjúkrasystur.

Jóna eigur nógv ommu- og langommubørn. Hon arbeiddi sjálv sum millum annað heimahjálp í í Oyndarfirði.

[object Object]

[object Object]

[object Object]Myndir frá føðingardegnum (Myndir: torshavn.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder