
Fuglafjarðar býráð samtykti á fundi fyri einari viku síðani, 26. august, at seta Jónhild Abrahamsen í starv sum sosialdeildarleiðara hjá Fuglafjarðar kommunu. Avgerðin hjá býráðnum var grundað á tilmæli frá setanarbólki og fíggjarnevndini, skrivar heimasíðan hjá kommununi.
Um nýggja sosialdeildarleiðaran skrivar fuglafjordur.fo, at Jónhild Abrahamsen er 50 ára gomul, búsitandi í Fuglafirði, og er útbúgvin banka- og sosialráðgevi og hevur harumframt eina master í almennari leiðslu. Jónhild Abrahamsen hevur drúgvar starvs- og leiðsluroyndir innan sosiala øki í serliga donskum kommunum.
Jónhild Abrahamsen byrjar í starvinum sum sosialdeildarleiðari um ein mánað, tann 1. oktober 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald