2021-04-08 21:58

Autismufelagið hevði sín árliga aðalfund leygardagin 20. mars. Á skránni var millum annað nevndarval.
Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali, men eingin av teimum valdi at stilla upp aftur. Talan var um Heidi Aagaard, ið var næstforkvinna, Jørmund Foldbo, ið var skrivari og Durita Bjellvåg, nevndarlimur.
Jónrit Halling, forkvinna og Randi Durhuus, kassameistari stóðu ikki fyri vali hesuferð. Eftir at nevndin skipaði seg í gjár, mikudagin 7. apríl, er greitt at tær halda fram í sessunum, og at nevndin nú sær soleiðis út:
Forkvinna: Jónrit Halling
Næstforkvinna: Ann Kristina Svabo Simonsen
Skrivari: Djóni á Boðanesi
Kassameistari: Randi Durhuus
Nevndarlimur: Gyða Johansen
Tiltakslimir eru Beinta Tórsdóttir Johannessen og Malan Wacher
- Endamálið hjá Autismufelagnum er at kunna um autismu, og at umboða tey við autismu í almenna rúminum. Felagið virkar fyri, at sett verða á stovn neyðug tilboð og stovnar, soleiðis at tilveran hjá teimum við autismu kann gerast góð og trygg. Eisini er týdningarmikið hjá felagnum at skapa samband millum fólki við autismu og millum teirra avvarðandi. Royndir vísa, at avvarðandi at børnum, ið júst hava fingið eina diagnosu innan autismuspektrið, kunnu fáa stórt gagn av at gerast partur av einum netverki í Autismufelagnum, har tey sanna, at tey standa ikki einsamøll.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald