Innanlands

Jørgen Niclasen: KVF skapt eina alheimssøgu út frá ongum

- Persónar, sum slett ikki hava verið á fundinum, verða nú endurgivnir um alla verðina

Jørgen Niclasen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jørgen Niclasen (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-12-12 22:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jørgen Niclasen viðmerkir nú fundin og málið um loyniliga fundin millum kinesiskar myndugleikar og landsstýrið tann 11. november.

- Sjálvur var eg á fundinum og kenni meg slett ikki aftur í umtaluni. Men KVF hevur skapt eina alheimssøgu út frá ongum. Persónar, sum slett ikki hava verið á fundinum, verða nú endurgivnir um alla verðina. Tað er skaðiligt fyri Føroyar, skrivar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og formaður í Fólkaflokkinum. 

Hetta skrivar hann á Facebook í kvøld.

Hann var saman við løgmanni, Bárði á Steig Nielsen, á nógv umrødda fundinum, sum Herálvur Joensen, aðalstjóri í vinnumálaráðnum, tosaði við Helga Abrahamsen, landsstýrismann, um.

Les eisini: Berlingske: Hetta verður sagt í fútabannaðu samrøðuni

- Útleggingin, sum KVF hevur staðið fyri; er als ikki í trá við fundin. Eg var har og veit hvat var sagt. Har vóru als ongar hóttanir. Tillukku KVF, sigur Jørgen Niclasen.

Jóhan Eli L. Poulsen, tinglimur fyri Fólkaflokkin, hevur sent ein grein 52 fyrispurning til Jenis av Rana, landsstýrismann, har millum annað vil hava at vita hvørjar avleiðingar tað fær, at hesar upptøkurnar eru liknar úr Kringvarpinum og til danskar miðlar, sum í dag hava almannakunngjørt samrøðuna.

Les eisini: Fær málið um Huawei avleiðingar fyri Kringvarpið

Les eisini: Georg L. Petersen: - Kunnu vera nógv sum hava likið

Les eisini: Ivan Hentze Niclasen: KvF brýtur ikki fútabannið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder