placeholder
Mentan

Julia er ringasta menniskja í verðini

Ringasta menniskja í verðini er ein sjálvstøðugur partur av tríparta søguni hjá Joachim Trier, har hann lýsir býin Oslo, og mikuvkøldið 16. november verður hann at síggja í Filmsfelagnum

2022-11-12 16:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikukvøldið 16. november klokkan 20 fer Filmsfelagið at vísa filmin "Verdens verste menneske" – ringasta menniskja í verðini.

Fleirfalt virðislønti filmurin hjá norska Joachim Trier, er um hina ungu Juliu (Renate Reinsve), og ynski hennara um sanna kærleikan og besta arbeiðið, ið noyða hana at hyggja nærri eftir sær sjálvari og grunda yvir, hvør hon veruliga er.

Filmurin um Ringasta menniskja í verðini er ein bæði hugtakandi og stuttligur leikur, sum við heitum tónaflogið bjóðar romantiska tankanum um kærleika av, tí hann er so trupul at greiða, kærleikin, skrivar Filmsfelagið.

Julia er komin so mikið til árs, at tey flestu, íroknað sjeikurin Aksel (Anders Danielsen Lie), hava á orði, at nú burdi hon fingið sær mann, børn og íbúð. Men Julia er ikki komin til sættis við lívsins stóru spurningar, tá hon hittir Eivind (Herbert Nordrum), sum opnar nýggjar heimar fyri henni. Kann tað vera, at týdningarmestu avgerðirnar longu eru tiknar, og ikki liggja fyri framman?

Ringasta menniskja í verðini er ein sjálvstøðugur partur av tríparta søguni hjá Joachim Trier, har hann lýsir býin Oslo. Fyrsti filmur í røðini var Reprise (2006) og síðan kom Oslo, 31. august (2011).

Triði og nýggi filmurin vann virðisløn í Cannes fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklut og varð í tveimum førum í uppskoti at fáa Oscarvirðislønina og BAFTA virðislønina. Í Noregi vann filmurin seks Amanda virðislønir, m.a. sum besti filmur og ”folkets beste film”.

Ringasta menniskja í verðini, sum í 91 førum er í uppskoti at verða virðisløntur, kappaðist eisini um virðislønina sum besti norðurlendski filmur í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder