Tað var ikki eitt óhapp, tá tveir samskiftiskaðalar í Eystrasalti vórðu kvettir hesa vikuna. Heldur var talan um yvirgang ella sabotasju.
Tað heldur týski verjumálaráðharrin, Boris Pistorius.
Tíðindini um skaða á tveir kaðalar komu fram í gjár. Talan er um ein kaðal, ið liggur millum Finnland og Týskland og ein millum Svøríki og Litava.
- Ongin trýr, at kaðalarnir eru kvettir orsaka av óhappi. Eg trúgvi heldur ikki, at skipsakker hava framt skaðan av óvart, sigur Boris Pistorius í sambandi við ein fund í Brússel millum verjumálaráðharrarnar í ES.
- Vit mugu rokna við, uttan at vit vita nakað konkret um hvør stendur aftanfyri, at talan er um eina ‘hybrid action’. Og mugu tí eisini ganga út frá, uttan at vita tað til fulnar, at orsøkin til skaðan er sabotasja, sigur týski verjumálaráðharrin.
Statsliga finska samskiftisfelagið, Cinia, ið rekur annan av kaðalunum, hevur sagt, at slíkur skaði ikki kann henda uttan ávirkan úttanífrá.
Felagið hevur meldað skaðan til finsku løgregluna, og sent boð eftir einum fronskum kaðalskipið at umvæla kaðalin, skrivar finska kringvarpið, Yle. Tað tekur millum 5 og 15 dagar at umvæla kaðalin, sigur Cinia í tíðindaskrivi.
Skaðin hendi á eini leið, at skip ikki vanliga liggja fyri akker, upplýsir eitt umboð fyri finska sjóvinnuskúlan Aboa Mare fyri Yle.
Les eisini: Brek á sjókaðali – kann vera talan um sabotasju
Litava hevur hert eftirlitið í sínum sjóøki í Eystrasalti eftir hendingarnar, skrivar Reuters, sambært dr.dk.
Kinesiskt farmaskip undir illgruna
Finska Hufvudstadsbladet skrivar, at eitt kinesiskt farmaskip “Yi Peng 3” er undir illgruna fyri at vera orsøk til at kaðalarnir vórðu kvettir.
Skipið sigldi úr russisku havnini Ust-Luga í farnu viku, og fór um vikuskiftið fram við leiðini, har skaðin hendi á C-Lion-kaðalin.
Tá skipið kom til leiðina hevði “Yi Peng 3” sløkt fyri AIS-signalinum, so tað ikki var møguligt at fylgja við á marinetraffic.com júst hvar skipið sigldi.
Kinesiska skipið fór fyrrapartin gjøgnum Stórabelt í fylgi við danska verjuskipinum, Hvidbjørnen.
Hendingin minnir um eitt mál frá oktober í fjør, tá ein samskiftiskaðal millum Svøríki og Estland fekk skaða. Eisini tá var illgruni um ‘ávirkan uttanífrá’ frá einum kinesiskum farmaskipi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald