Innanlands

Kaj Leo Holm Johannesen á ársfundi hjá WHO

Arbeitt verður framvegis við málinum um at fáa føroyskan atlimaskap í WHO, sum kann fáa jaligar fylgjur fyri tann føroyska sjúklingin og heilsuøkið sum heild, sigur landsstýrismaðurin í Heilsumálum

Mynd: Heilsumálaráðið

Mynd: Heilsumálaráðið

2020-05-18 16:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í Heilsumálum, luttekur í dag á árliga fundinum hjá Heimsheilsustovninum WHO, har støðan um korona í høvuðsheitum verður umrøtt. Fundirnir byrjaðu í dag og halda fram í morgin.

Eftir ætlan skuldi landsstýrismaðurin luttaka á fundunum í Genève, men vegna umstøðurnar av korona, verða fundirnir stroymdir umvegis alnótina, skrivar Heilsumálaráðið.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at arbeitt verður framvegis við málinum um at fáa føroyskan atlimaskap í WHO, sum kann fáa jaligar fylgjur fyri tann føroyska sjúklingin og heilsuøkið sum heild.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder