– Eg haldi vit eftir umstøðunum hava taklað Korona sera væl, men eg havi í seinastuni ikki verið heilt nøgdur við portrini inn til Føroyar.
Soleiðis skrivaði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum á Facebook í gjár.
Les eisini: Ikki nøgdur við portrini inn til Føroya
Kaj Leo Holm Johannesen hevur nú tikið málið upp við farsóttarnevndini.
– Vit hava havt ein fund um hetta í Heilsumálaráðnum í morgun, og seinnapartin fara fólk hjá mær á fund við farsóttarnevndina, sigur hann.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað m.a. var væntandi kunning til ferðafólk, sum hann var ónøgdur við.
– Tað er eitt sindur av ótryggleika um, hvussu tað verður handfarið av teimum, sum koma til Føroya, um boðini eru nóg greið, um at tey skulu í sóttarhald. Er okkurt, sum ikki er optimalt við portrinum til Føroyar, skulu vit taka tað upp beinanvegin, sigur hann.
Kaj Leo Holm Johannesen leggur afturat, at meira kunning um, hvørjar ætlanir eru fyri at bøta um hetta, kemur í morgin.
– Eg kann ikki koma inn á akkurát hvussu, mann ætlar at gera, men tað er m.a. at gera nakrar nýggjar leiðbeiningar fyri fólk, sum koma til landið, bæði sjóvegis og luftvegis, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald