2020-03-06 15:32
Ovasti stórin fyri føroyska heilsuverkinum, Kaj Leo Holm Johannessen, landsstýrismaður, mælir nú landsmonnum sínum frá at taka í hondina á hvørjum øðrum, tá vit heilsast.
Tað vil siga, áheitanina hevur hann skrivað á sín privata vanga á Facebook. Talan er sostatt ikki um eina almenna áheitan fráheilsumyndugleikunum.
- Vit gerða einki einsamøll, lat okkum hjálpast at, vaskið hendur, tak ikki í hondina á hvørjum øðrum, og haldið eitt gott reinføri, skrivar landsstýrismaðurin millum annað í dagføringini, sum sæst herundir:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald