Kaj Leo Holm Johannessen, landsstýrismaður við heilsumálum, vísir aftur, at ætlanir eru um at seta herðingar í galdandi epidemilóg í Føroyum.
Politistafelag Føroya hevur annars verið úti við boðum um, at løgreglufólk í Føroyum ynskja herdar ásetingar, um so er at løgreglan skal setast inn í sambandi við eitt nú fólk, sum ikki halda sóttarhald og tílikt.
Hesum vísir landsstýrismaðurin við heilsumálum nú aftur.
- Tað er ikki neyðugt at herða epidemilógina. Her í Føroyum hava vit álit á hvønnannan. Vit upprætthalda eitt sosialt lýdni, sum ger at vit ansa eftir hvørjum øðrum, segði Kaj Leo Holm Johannessen, sum vísir á, at stórt sæð hava fólk hildið tær ásetingar, sum landið hevur álagt teimum.
- At tað er ein persónur sum brýtur reglurnar, skal ikki gera, at skipanin koppar. Vit hava álit á føroyingum. Føroyingar akta í 99,99 prosent av førunum, og tí haldi eg at vit skulu halda fram við verandi skipan, til hon ikki riggar meira, segði Kaj Leo Holm Johannessen, og legði afturat:
- Tí eg vil ikki búgva í einum landi, har tað persónliga frælsið verður tikið frá okkum. Myndugleikin skal ikki sleppa at tvangskoppseta son mín, til dømis. Tað vil eg ikki hava, segði landsstýrismaðurin.
Heimild at seta løgregluna inn
Á tíðindafundinum í dag kom fram, at løgreglan innan núverandi karmar í epidemilógini hevur heimild at fara kontant til verka móti fólki, sum ikki halda ásetingarnar.
Tað var Michael Boelsen, fúti og formaður í farsóttanevndini, sum gjørdi vart við hetta:
- Tað er soleiðis, at farsóttanevndin við heimild í galdandi epidemilóggávu kann krevja, at fólk fara í sóttarhald. Um fólk ikki vilja akta, so kann løgreglan – tað ynskja vit ikki – men løgreglan kann tvinga fólk í sóttarhald og ansa eftir at hetta verður hildið. Tað er eisini møguleiki at revsa fólk, sum bróta kravið um sóttarhald.
- Hetta er eitt scenario, sum vitikki ynskja. Men tað er av týdningi at fólk veit, at hetta er ein møguleiki. Serliga nú tað er staðfest, at føroyingar eru smittaðir av føroyingum, sum ikki hava eftirlíkað kravi um sóttarhald, segði fútin á tíðindafundinum.
Les eisini: Fólk í sóttarhaldi hava smittað onnur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald