2020-05-08 19:30
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður væntar og vónar at fáa gleðiboð í kvøld. Í løtuni er bara ein, sum hevur koronavirus í Føroyum, og hann væntar, at talið kemur niður á null.
- Telefonin ringdi um kvøldið 2. mars. Røddin segði vit hava fingið tann fyrsta av íalt 187 kannaðan positivan fyri korona, skrivar hann og heldur fram.
- Um eina løtu vænti og vóni eg at fáa eini boð sum siga at okkara land hevur 0 fólk við korona, takk fyri øll somul og gott vikuskifti, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald