Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur í vikuni sent Løgtingsins Fíggjarnevnd eina umbøn um eykajáttan til epidemitilbúgvingina.
Í umbøn til Fíggjarnevndina, stendur m.a. soleiðis:
Umbønin um eykajáttan snýr seg um útreiðslur av tiltøkum, orsakað av Coronavirus (COVID-19), sum ikki longu eru fevndar av vanligum rakstrarjáttanum hjá landsstovnum.
Tað er ikki gjørligt at vita, hvussu útreiðslurnar fara at hátta sær. Leysliga verður mett, at tørvur verður á 2,3 mió. kr. til organisering, serfrøði, gisting, vistarhald og annað.
Higartil hevur verið neyðugt at leiga íbúðir og Hotel Vágar. Helst verður eisini neyðugt at útvega fasilitetir til sóttarhald aðrastaðni í landinum.
Biðið verður um at játtaðar verða 1,7 mió. kr. til gisting og vistarhald og 0,6 mió. kr. til organisering, serfrøði, serligan flutning og annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald