2021-04-02 18:21

Afturkallingin, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan sendi út 29.03.2021 av laksi, umfatar nú eisini laks, sum er merktur frá Miklagarði.
Laksurin hjá Miklagarði er skorin og pakkaður av Sjógæti.
Talan er um skivuskornar vørur pakkaðar eftir 1. mars í ár. Orsøkin er, at Listeria monocytogenes er ávíst í nøkrum av vørunum.
Laksurin er seldur í Miklagarði, Bónus og Mylnunum.
Viðskiftafólk kunnu lata vøruna inn aftur til handilin ella burturbeina vøruna, sigur Miklagarður í fráboðan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald