Uttanlands

Kamala Harris bjóðar Trump av

Demokratiski senatorurin ætlar sær at stilla upp til valið um at gerast forsetavalevni hjá demokratunum

Kamala Harris

Kamala Harris

2019-01-21 18:42 Author image
Ari av Rana
placeholder

Demokratiski senatorurin í Kalifornia, Kamala Harris, hevur boða frá, at hon fer at bjóða amerikanska forsetan, Donald Trump, av til forsetavalið í 2020.

Kamala Harris gjørdist senator í Kalifornia í 2016, og nú ætlar hon sær at gerast forseti.

Til valið ætlar hon sær at koyra boðskapin út um rættvísi, at verða ordilig, javnstøða, frælsi og demokrati.

54 ára gamla Kamala Harris er fyrsta kvinnan av afro-amerikanskum uppruna, sum bjóðar seg fram til valið í 2020.

Demokratiski flokkurin hevur longu fleiri um boðið at gerast forsetavalevni hjá flokkinum, eitt nú John Delaney, Kirsten Gillibrand, Julian Castro, meðan Tusli Gabbard og Elizabeth Warren hava sagt, at tey eru sinnaði at stilla upp. Eingin republikani hevur sagt seg villigan til at bjóða forsetanum av sum valevni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder