Kamala Harris, varaforseti, hevur játtað at vilja stilla upp sum valevni fyri demokratarnar til amerikanska forsetavalið.
Hesum boðar hon frá í kvøld eftir, at sitandi forseti Joe Biden hevur valt at taka seg aftur sum valevni.
- Eg eri ærað at hava stuðul frá forsetanum, og eg ætli at vinna hesa tilnevningina, sigur hon.
- Vit hava 107 dagar til valdagin. Saman fara vit at stríðast, og saman vinna vit, sigur Harris.
Kamala Harris er 59 ár og fødd í Oakland, Kalifornia.
Demokratiski flokkurin skal nú taka støðu til, um Kamala Harris skal vera forsetavalevni. Hon hevur síðan 2021 verið varaforseti í USA.
Hon umboðaði Kalifornia í Senatinum frá 2017 til hon tók við sum varaforseti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald